STROK 6

 

STROK er aftur!
Við nógvum nýggjum og spennandi tilfari, samrøðum, kappingum, ummælum, Blits, Ellubitum, gaman, krossorðum, sudoku og nógvum øðrum.

 

Úr innihaldinum:

 

Tá Eyðbjørg og Katla møttu Jesper

Hepnu vinnararnir í kappingini, um at møta Jesper úr X- vóru genturnar Katla úr Froðba, sum gongur í Tvøroyrar skúla, og Eyðbjørg úr Havn, sum gongur í Skúlanum við Løgmannabreyt. Les um møti teirra við X-factor stjørnuna í STROK 6.

 

Orðblindur ongin forðing

Tá ið Strok ætlaði at skriva um orðblindni, var ikki lætt at vita akkurát, hvat tað var fyri nakað. So STROK hitti Fridu Poulsen, lærari og lesivegleiðari, og Janus á Húsagarði, listamann, og Filip Mortensen, sangara í The Ghost, til eitt prát um tað at vera orðblindur. Eisini hava vit spurt børn, um tey vita, hvat tað vil siga at vera orðblindur.

 

Badmintonskúli 2010

Ein rúgva av gentum og dreingjum í aldrinum 7-14 ár brúktu teir fyrstu dagarnar í summarfrítíðini á badmintonskúla í Havn og í Klaksvík. Í skúlanum var dentur lagdur á at hava tað stuttligt, samstundis sum spælararnir lærdu og sluppu at spæla nógv badminton. STROK var við.

  

Av øðrum tilfari kann nevnast:

 

Savnsfagnaður 2010: Vónaðu 50 vitjandi — 600 komu!

Gløggi Blobb: Hundur og ketta

Ynskimynd: Heystkalendari

 

STROK-klubbin

Hetta skúlaárið kunnu allir STROK-haldarar melda seg inn í STROK-klubban. Limir í STROK-klubbanum fáa eitt kult STROK-kort, sum gevur teimum atgongd til ymiskt spennandi her á strok.fo. Eisini kann kortið brúkast í handlum og fyritøkum kring landið.

 

Les alt um STROK-klubban her!

 

og um kappingina: Vinn eina Dell 10 mini - tað er lætt! her!

 

STROK útgávur 2010