Føroya Sterkasti Maður 2010
Fríggjakvøldið 23. juli kl. 18.30 byrjaði kappingini millum teir níggju menninar, sum kappaðust um at vera sterkastir í Føroyum. Kappingin var í Høllin á Hálsi í Havn, og høllin var á tremur við fólki, sum vóru komin at hyggja. Aftaná drúgvið stríð, har menninir høvdu lyft ein bul um høvd, hildið tveimum bilum, koppað 300 kilo, hálað ein vøruvogn og lyft ein bát, ja, so var vinnarin funnin! Strok var og fekk eitt prát við sterkasta mannin í Føroyum 2010, Gunnar Grækarisson. Eisini prátaði Strok við nakrar áskoðarar, áðrenn vinnarin var funnin.
Føroya sterkasti maður 2010:
Hvussu følist tað at hava vunnið?
Tað følist ordiliga gott! Eg eri eisini ordiliga yvirraskaður av. Hevði slett ikki roknað við tí. Eg hevði hopað upp á eitt 3 pláss, so hetta er ordiliga gott!
Hevur tú fyrr roynt teg í hesari kappingin?
Ja, í fjør. Tá gjørdist eg nr. 4!
Hvat gekk best hjá tær?
Tað gekk best at hála bilin og lyfta dekkið. Eg var nokkso skuffaður av stammuni/bulinum, tí har kláraði eg meg ikki so væl!
Hvussu venur mann til eina sovorðna kapping?
Eg byrjaði longu at venja í január, og so økti eg allatíðina vektina, sum eg skuldi lyfta. Eisini broytti eg kostvanar o.s.v.
Fert tú at royna teg aftur í næsta ár?
Ja, tað ætli eg mær. Varveita heitið!
Áskoðarar
Karin
Hví ert tú og hyggur her í kvøld?
Eg haldi, at tað er spennandi at vita, hvør fer at vinna og gerast Føroya sterkasti maður!
Er tað spennandi?
Ja, tað er ordiliga spennandi og stuttligt!
Hevur tú fyrr verið og hugt eftir hesari kappingin?
Nei.
Hvør hopar tú fer at vinna?
Jákup Petur Djurhuus ella Sámal J. Hansen!
Freja og David
Hví eru tit og hyggja her í kvøld?
Vit vilja vita, hvør fer at vinna!
Er tað spennandi?
Ja, tað er nokkso spennandi!
Hava tit fyrr verið og hugt eftir hesari kappingin?
Nei.
Hvør hopar tit fer at vinna?
Sámal J. Hansen.
Skriva søgu »
Veitst tú eina góða søgu og dámar tær at skriva? Skriva so til STROK. Prenta vit søguna fært tú eina bók afturfyri.
Flóvisligt »
Hevur tú nakrantíð mist svimjibuksurnar í svimjihylinum ella okkurt annað flóvisligt? Send okkum søguna, og prenta vit hana, fært tú eina bók afturfyri.
Eg og mítt kelidjór »
Skriva til STROK um títt ella tíni kelidjór og send myndir við.
Gaman »
Veitst tú eina góða?
Í glugganum »
Vilt tú vera við í glugganum?
Spyr Blobb um hvat sum helst: Eru mikroovnar og dreparasniglar vandamiklir, hví rennur hundur mín runt um seg sjálvan...
Her finnur ymiskt forvitnisligt fakta um kroppin. Les t.d. um hár og sveitta. Hvat er slev og hvussu nógv prumpa vit um døgnið?
Hevur tú ein spurning um djór, so send hann til Snodda
















Viðmerkingar
Tú mást logga á fyri at gera viðmerking!