Hugsað um hetta á internetinum!
Her eru nøkur góð ráð um, hvat er gott at hugsa um, tá tú ferðast á internetinum.
Tá tú sigur frá um teg sjálva(n)
Ver varin, tá tú leggur persónligar upplýsingar út á internetið. Persónligar upplýsingar eru til dømis títt rætta navn, teldupostur, telefonnummar, navnið á skúlanum hjá tær ella tín bústaður. Tú veitst aldri hvør sær tað, tú hevur skrivað.
Tá tú leggur myndir út
Ein mynd, sum er løgd út á netið, kann vera ring at fáa burtur aftur. Ein og hvør kann jú taka myndina niður og brúka hana. Legg tí bara myndir út, sum øll kunnu síggja. Spyr altíð foreldrini um loyvi áðrenn tú leggur myndir av tær sjálvum út. Ætlar tú at leggja út myndir av øðrum, skalt tú eisini altíð spyrja um loyvi.
Um tú skalt hitta nakran, tú bert kennir á internetinum
Á internetinum kanst tú gerast vinur við fólk úr øllum heiminum. Sjálvandi er tað gott! MEN. Ver vitandi um, at øll kanska ikki eru tey, tey siga seg vera. Á netinum er tað ógvuliga lætt at lúgva og gera sær ein falskan profil.
Um tú skalt hitta nakran í veruleikanum, sum tú bara kennir frá netinum, skalt tú altíð hava ein vaksnan ella ein vin við. Og vel altíð eitt stað har nógv fólk eru – ongantíð heima hjá nøkrum
Vitan á netinum
Tað er ótruliga nógv upplýsandi tilfar at finna á netinum, men tíanverri er ikki alt satt. Nógvar heimasíður hava vánaligt eftirlit við ‘vitanini’, sum verður løgd á síðuna. Nógv er skeivt og okkurt er beinleiðis lygn/ósatt.
Tá tú tekur upplýsingar av netinum, skalt tú altíð hugsa um, hvør hevur lagt upplýsingarnar út. Hví vil heimasíðan siga frá júst hesum? Er heimasíðan álítandi? Stendur tað hvaðani upplýsinagarnar stava? Kanna eisini eftir nær upplýsingarnar eru lagdar út – er nakar dato. Kanska eru upplýsingarnar ikki galdandi longur.
Ver ikki bangin at melda/siga frá!
Á góðum heimasíðum ber til at melda/siga frá tey, sum fara illi við øðrum. Soleiðis hjálpir tú teimum, ið eiga heimsíðuna at uppdaga ting, sum tey kanska annars ikki høvdu lagt til merkis. Á Stroknetinum kanst tú melda við at trýsta á ‘Melda her!’
Skriva søgu »
Veitst tú eina góða søgu og dámar tær at skriva? Skriva so til STROK. Prenta vit søguna fært tú eina bók afturfyri.
Flóvisligt »
Hevur tú nakrantíð mist svimjibuksurnar í svimjihylinum ella okkurt annað flóvisligt? Send okkum søguna, og prenta vit hana, fært tú eina bók afturfyri.
Eg og mítt kelidjór »
Skriva til STROK um títt ella tíni kelidjór og send myndir við.
Gaman »
Veitst tú eina góða?
Í glugganum »
Vilt tú vera við í glugganum?
Spyr Blobb um hvat sum helst: Eru mikroovnar og dreparasniglar vandamiklir, hví rennur hundur mín runt um seg sjálvan...
Her finnur ymiskt forvitnisligt fakta um kroppin. Les t.d. um hár og sveitta. Hvat er slev og hvussu nógv prumpa vit um døgnið?
Hevur tú ein spurning um djór, so send hann til Snodda















