Knight and Day
Filmurin snýr seg um loyniagentin, Roy Miller (Tom Cruise), sum roynir at fullfíggja eina uppgávu, hann faktiskt ikki eigur at fullfíggja. June (Cameron Diaz) er mitt í øllum rokanum við Roy Miller øðrumegin og monnunum, sum siga, at teir eru teir ‘góðu’ hinumegin. Tað gongur upp fyri Roy og June, at tey kunnu bara stóla upp á hvønn annan fyri at yvirliva.
Cameron Diaz og Tom Cruise hava høvuðsleiklutin í hesari actión-komediufilminum. Tað er øgiliga gott filmsspæl, og tey bæði liva heilt upp til øll krøvini. Heitið á filminum er ein størri partur av filminum, enn mann kanska heldur, so har fari eg ikki at avdúka grundina til Knight and Day (Riddari og Dagur).
Filmurin er blanding av actión, undirhaldi og kærleika. Hetta skal eitast at vera ein actión-komedia, men kortini er tað ikki tað heilt stóra av actión, vit síggja. Jú, tú sært nógv fólk verða skotin, nógvar bardagar o.s.v., men sjálvt tær álvarsamastu løturnar eru undirhaldandi. Tað er alla tíðina okkurt at flenna at! Tað er ongantíð tann stóri spenningurin í filminum. Mann veit næstan akkurát, hvat fer at henda. Alt í alt, ein undirhaldandi komediufilmur, men kortini ikki meira enn tað.
Filmurin fær 3 av 6 BB-logo
Skriva søgu »
Veitst tú eina góða søgu og dámar tær at skriva? Skriva so til STROK. Prenta vit søguna fært tú eina bók afturfyri.
Flóvisligt »
Hevur tú nakrantíð mist svimjibuksurnar í svimjihylinum ella okkurt annað flóvisligt? Send okkum søguna, og prenta vit hana, fært tú eina bók afturfyri.
Eg og mítt kelidjór »
Skriva til STROK um títt ella tíni kelidjór og send myndir við.
Gaman »
Veitst tú eina góða?
Í glugganum »
Vilt tú vera við í glugganum?
Spyr Blobb um hvat sum helst: Eru mikroovnar og dreparasniglar vandamiklir, hví rennur hundur mín runt um seg sjálvan...
Her finnur ymiskt forvitnisligt fakta um kroppin. Les t.d. um hár og sveitta. Hvat er slev og hvussu nógv prumpa vit um døgnið?
Hevur tú ein spurning um djór, so send hann til Snodda
















Viðmerkingar
Tú mást logga á fyri at gera viðmerking!