Bókaklubbatíðindi

 

Trýst fyri at lesa á netinum

 

 

Rannvá og boylin

Ókey, tað skal nokk ganga. Eg fari at klára tað. Eingin trupulleiki ella hvat? Hetta er bara ein boyli, sum eg fái. Tað er ikki verri enn so. Hvat fara hini at halda? Tvætl, tað tími eg ikki at hugsa um. Hetta var eisini mítt hugskot, ella ja, eg bað sjálv um at fáa boyla. Tannlæknin hugsar meira um mítt bit, tá hann gevur mær boylan, men tað leggi eg ikki so nógv í. Eg vil bara hava hesi gloppini millum tenninar burtur.

 

Niðurteljing
At byrja við taldi eg niður til at fáa boylan. Eg var spent, men kortini nokkso bangin fyri boylanum. Vildi ikki hava hann! Nú er niðurteljingin eitt sindur øðrvísi. Nú telji eg niður til at sleppa av við hann. Eg eri ordiliga glað fyri, at eg fekk hann. Tenninar eru beinar og penar nú, og eg klári næstan ikki at bíða, til eg fái hann av. Tað er heldur ikki nógv eftir nú. Tá eg var hjá tannlækna í síðstu viku, søgdu tey, at eg skuldi hava hann ein mánað afturat, og so verður tað nokk ikki serliga nógv longur enn tað. 3 vikur eftir!!!! 
Krossi fingrar!
  Mánadagin verður tað! Eg skal stramma boylan, men eg vóóóóóni, at eg fái nøkur góð tíðindi eisini. Eg havi ikki brúkt boylan serliga nógv í summar. Tað hava verið nógvar stevnur, Ólavsøka og festivalar, og tá havi eg ikki tímað at havt hann í. Men eg haldi ikki, at tað hevur ávirkað so nógv? Boylin er so óstrammaður nú, at hann ger ikki so nógvan mun, tá hann er í. Eg krossi fingrar fyri góðum tíðindi!! 
Gleði meg til endaliga úrslitið!!!
Tað er næstan altíð tað sama, tá ið onkur fær boyla. Tey (eg sjálv!!) hugsa beina vegin, hvussu ræðuligt, tað fer at vera at ganga runt við einum boyla í munninum. Ikki rættiliga kunna smílast uttan nakar leggur til merkis, trupulleikar við at eta, fáa ilt í tenninar, tá tær byrja at flyta seg, tosa løgið o.m.a. Eg haldi, at man í staðin skal venda tí hinuvegin. Hugsa um tað góða!! Mann sleppur ofta til tannlækna (í skúlatíð = frí), og aftaná eina tíð eru tenninar fantastiskar, og mann kann smílast so galið, mann vil! Ja, eg gleði meg til tað endaliga úrslitið! 
Nú nærkast... vóni eg!
Summarfrítíðin næstan komin í helvt, og tað vil siga, at eg skal skjótt til tannlækna! Nokkso skammiligt at gleða seg til summarið er av, sum eg sjálvandi IKKI geri, men eg gleði meg at hoyra okkurt nýtt. Og vónandi okkurt gott eisini! Eg síggi sjálv, at tenninar eru næstan komnar heilt upp á pláss og havi tí ofta hug til at bara taka boylan úr, men sum sagt ... alt við tað gamla aftur! Eg havi brúkt boyla nú í meira enn 2 mánaðir, og sum so hevur tað ikki ordiliga verið nakað upp á seg. A piece of cake!
Aftur til tað ‘góða’ gamla!
27. juni Í gjár brúkti eg ikki boylan næstan allan dagin, tí eg var á jóansøku. Eg hugsaði, at tað fór at verða ov roksut, um eg allatíðina skuldi taka hann úr, tá eg át og so framvegis. Tað átti eg ikki at gjørt, tí eg kom heim seint, so gloppið, sum annars var næstan burtur, var komið aftur! Tað vísir bara, hvussu skjótt tenninar fara hvønn vegin.
Ikki nógv eftir
24. juni   Tað er so løgið at síggja tenninar. Tær eru mega nógv broyttar bara upp á heilt stutta tíð. Gloppið er við at vera vekk nú, og bitið, sum fyrr var yvirbit, er púra vanligt nú.   Eg veit ikki, hvussu leingi eg skal ganga við boylanum afturat, men eg rokni við, at tað verður ein stutt tíð. Eg føli tað eisini sjálv. So skjótt eg ikki havi nýtt boylan í eina løtu, nakrar tímar, følist tað, sum at tenninar fara aftur til tað gamla. Men í summarfrítíðini fari eg at vera røsk! Eg skal helst nýta hann allatíðina, og so tá eg fari til tannlækna aftur tann dagin, skúlin byrjar aftur, vóni eg, at eg fái góð tíðindi!  
Herligt!
14. juni   Deiligt! Eg havi verið hjá tannlækna í dag, og hon segði, at tenninar vóru farnar óvanliga skjótt upp á pláss. Eg skuldi líka stramma boylan eitt sindur í dag, og so skal eg ikki stramma hann aftur fyrr enn aftaná summarferiuna. Vónandi gongur alt ordiliga gott tá, og eg fái hann av skjótt. Annars so eri eg sjálv eisini byrja at síggja nógvan mun. Bitið er heilt øðrvísi, og gloppið er minkað nógv! Yeah ...
Ikki so gott longur ...
6. juni   Fekk mega ilt mánadagin, tá boylin var strammaður! Eg eri ordiliga troytt av at hava hann í. Hann luktar, og mann hevur næstan alla tíðina ringan anda, og tað er vemmiligt at taka hann úr hvørja ferð, mann etur. Skal stramma boylan aftur um eina viku. Great! Eg gleði meg bara til, at eg sleppi av við hann aftur!  
Yes, strammast í morgin!
Gott! Í morgin skal boylin strammast aftur. Eg gleði meg, tí nú er boylin aftur blivin mega leysur, og mann følir ikki, at hann ger nakran mun. Uff, tað er nokkso pínufult, tá hann verður strammaður, men hvat tá? Eg havi havt boylan nú í ein mánað. Tíðin gongur soo skjótt!
So skjótt fara tær ...
23. mai   Gloymdi boylan eftir heima ein morgunin í síðstu viku, tá eg fór í skúla. Tað var ikki við vilja. Tá ið eg endiliga fekk boylan aftur nokkso seint á degnum, so vóru tenninar longu farnar, soleiðis sum tær vóru áðrenn. Irriterandi! So eg ráði tykkum øllum, ið hava leysan boyla ... gloymið hann ikki! Hehe, eg havi ikki eingongd hug til at snýta longur.
Jubii
16. mai Eg byrji at føla mun á tonnunum nú!! Gongur tað virkuliga so skjótt fyri seg? Eg fekk strammað boylan mánadagin. Uff, tað var pínufult aftaná. Fekk næstan ikki etið nakað. Tíbetur aftaná tveir ella tríggjar dagar, so var øll pínan vekk. Nú er tað blivið ordiliga natúrligt at hava boylan í, og hinuvegin ónatúrligt, tá eg ikki havi hann í. Næstan eingin leggur merki til hann, uttan tá ið eg blendi onkran við einum smíli. Hví var eg bangin fyri at fáa hann?